Bæði tíðarætlanin og fíggjarætlanin halda

Á vári í fjør loysti Adelborg Linklett fyrsta flagið til nýggja mentanarhúsið í Klaksvík, sum eftir ætlan skal lata upp í 2022. Saman við Dávur Winther, ið er skrivari í Grunninum fyri mentanarhúsið, hava vit verið og fregnast um húsið, ið eitt nú umfatar ein stóran sal til millum annað konsertir og sjónleik, kafé og høli til framsýningar. Tú kanst hoyra samrøðuna her!

Om Podcasten

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)