Eitt ættarlið í pínu: Tríggjar uppringingar um mánaðin

Hesin fyrsti parturin kortleggur støðuna, sum hon er. Meðan hagtølini siga, at talið av sjálvmorðum er fallið nógv seinastu 20 árini, so er tað kortini umleið tríggjar ferðir um mánaðin, at løgreglan verður uppringd, tí ótti er fyri sjálvmorði. Ávaring: Í hesari røðini tosa vit um sjálvmorð. Hevur tú sjálvmorðstankar ella kennir tú onkran, sum stríðist, so er hjálp at heinta. Umframt at tosa við vinir ella avvarðandi, ber til at fáa profesinalla hjálp hjá eitt nú kommulækna ella vaktlæknanum á telefonnumar 1870. Tú kanst eisini fáa sálarfrøðiliga hjálp ella royna kjattráðgevingina hjá Sinnisbata Ung. Fólk kunnu eisini leita sær hjálp og vegleiðing hjá Tú & eg-ráðgevingini hjá Barnabata á telefonnummar 116111

Om Podcasten

Her fært tú eitt avmarkað innlit í poddvarparnar, sum Frihedsbrevet Føroyar ger. Fleiri partar og onnur poddvarp eru at finna á Frihedsbrevet.fo