Frí Mikrofon #1: Haturstala, talufrælsi og "En kenguru som dig"

Frí Mikrofon er ein nýggj poddvarpsrøð, sum er ein aktualitetssending um tað, sum rørir seg í samfelagnum júst nú. Hesa ferð er kikarin settur á gamla kjakið um samkyndleika, sum aftur kyknaði fyri kortum, nú leikurin “En kenguru som dig” var á skránni m.a. í Norðurlandahúsinum fyri kortum. Og bylgjurnar ganga høgt í hesum fyrsta partinum av Frí Mikrofon, nú vit skifta orð um kjakið eftir leikin “En kenguru som dig”. Dina Jensdóttir Norðberg, sum rekur kristin-konservativu síðuna Vakurleiki.fo og Esther Margreth Petersen, nevndarlimur í LGBT skifta orð. Nær er talan um haturstalu, nær kunnu børn hoyra um samkyndleika og hvussu langt gongur talu- og trúðarfrælsi? Millum annað hesar spurningar tosa Dina Jensdóttir Norðberg og Esther Margreth Petersen um í hesum fyrsta partinum av Frí Mikrofon. 

Om Podcasten

Her fært tú eitt avmarkað innlit í poddvarparnar, sum Frihedsbrevet Føroyar ger. Fleiri partar og onnur poddvarp eru at finna á Frihedsbrevet.fo