Føroya vandamiklasti brotsmaður

31 ára gamli Poli Henry Jóhansson var í marsmánaði dømdur í trygdarvarðhald. Hann skrivar søgu, tí ongantíð áður er tað hent, at ein persónur er dømdur í trygdarvarðhald í Føroyum. Hetta er somuleiðis fyrstu ferð, at danska rættarlæknaráðið tekur undir við Psykiatriska deplinum í tilmælinum um “trygdarvarðhald”.Poddvarpsstuttrøðin Føroya vandamiklasti brotsmaður fer aftur um brotsverkini, og aftur um brotsmannin.Fyrri partur er ókeypis og á øllum plattformum, eins og hann eisini er at finna í appini hjá Frihedsbrevet. Tað er eisini har (í appini), at tú kanst hoyra seinna part í somu røð, sum longu er komin út.

Om Podcasten

Her fært tú eitt avmarkað innlit í poddvarparnar, sum Frihedsbrevet Føroyar ger. Fleiri partar og onnur poddvarp eru at finna á Frihedsbrevet.fo