Norrøni Eftirskúlin - Sex, drøgg og skúlaskapur

Norrøni Eftirskúlin - Sex, drøgg og skúlaskapur er røð í fimm pørtum um føroyska eftirskúlan, sum var í Danmark frá 1986 til 1999, tá hann brádliga lat aftur. Í fyrsta parti hoyra vit um Norrøna Eftirskúlan í Genner, sum lat upp í 1986, men sum upp á ongan máta livdi upp til penu myndina av einum kristnum kostskúla, sum føroysku bløðini annars høvdu skrivað um.Jan Berg Jørgensen var næmingur fyrsta árið, og hann fortelur um vantandi frálæru, rúsdrekka, rúsevni og annan ólevna, sum merktu tíðina tað hálva árið, hann gekk har - áðrenn hann gavst og fór heim á jólum.Hoyr alla røðina á Frihedsbrevet.fo ella á okkara app - til tað krevst, at tú gerst limur.

Om Podcasten

Her fært tú eitt avmarkað innlit í poddvarparnar, sum Frihedsbrevet Føroyar ger. Fleiri partar og onnur poddvarp eru at finna á Frihedsbrevet.fo