Vit hava tikið abort: "Eg havi tikið abort"

Nær byrjar eitt lív? Tað er stóri spurningurin, sum fleiri ymsar hugsanir eru um. Og frontarnir eru trektir upp, nú landsstýrið hevur boðað frá, at fosturtøkulógin frá 1956 loksins skal endurskoðast. Men hvat siga tey, sum brenna mest fyri ella ímóti abort? Hvat sigur kvinnan, sum er neyðtikin, og hon, sum hevur angrað abortina, alt sítt lív? Hvat sigur fólkakirkjan, hvat siga kvinnurnar, sum vóru við í reyðsokkarørsluni í Danmark og USA í 70'unum, og hví er tíðin búgvin júst nú? Poddvarpsrøðin Vit hava tikið abort roynir at taka allar síður av eldfimu sakini um abort við, og geva eitt svar uppá - hvussu skal abortlógin 2023 síggja út?Fyrsti partur, sum er ókeypis, byrjar 8. mars 2023, tá Føroyar vaknaðu til eitt sjónband frá fleiri kvinnum, sum søgdu "eg havi tikið abort". Tær vildu koyra skommina frá sær, og soleiðis bróta tøgnina. Tað sama vil felagið Frítt val, sum í ár hevur fimm ár á baki.Í  fyrsta partin av røðini taka vit útgangsstøði í 2023. Tí hetta gjørdist árið, tá politiska leiðslan loksins tordi at taka lógina frá 1956 upp á tungu.Barbara Holm hevur gjørt poddvarpsrøðina og í fyrsta parti tosar hon við eitt nú Aldu Mohr Eyðunardóttir, Turið Mariu Jóhansdóttir og Elisu Vang.

Om Podcasten

Her fært tú eitt avmarkað innlit í poddvarparnar, sum Frihedsbrevet Føroyar ger. Fleiri partar og onnur poddvarp eru at finna á Frihedsbrevet.fo